Hevur landsstýrið gloymt demens?

2016-08-13 09:36 Author image
Dimma

- Tá sjúkan demens rakar, er tað ikki bert tann einstaki borgarin, ið verður raktur av sjúkuni. Øll familjan, hjúnarfelagi, børn og onnur í nærumhvørvinum verða eisini ávirkaði av, at ein teirra gerst sjúkur/sjúk. Tí er tað umráðandi, at hond verður tikin um bæði tann einstaka og  alla familjuna, ið verður rakt av demenssjúku.

Soleiðis sigur Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin. Hon hevur sett Sirið Stenberg landsstýriskvinnu fyrispurning, har hon vil hava svar upp á tríggjar spurningar.

- Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um, at seta ”Demensætlanina” í verk  og um ja, nær?

- Hvat er úrslitið av teimum 250.000 kr, sum Løgtingið samtykti til demensætlanina í 2016?

- Verður neyðugur peningur settur av til Demensætlanina á fíggjarlógini fyri 2017?

Annika Olsen eftirlýsir, at demensøkið verður tikið upp av samgonguni. Eitt nú nevndi løgmaður einki um tað í sínari ólavsøkurøðu. Hon vísir til, at sitandi ikki hevði sett pening av til demensætlanina, sum er gjørd. Broytingaruppskot varð lagt fram, og løgtingið samtykti at brúka 250.000 krónur til endamálið, men peningurin røkkur bara til at lýsa, hvussu demensøkið kann lýsast í framtíðini.

Annika Olsen visir á, at stórar broytingar í fólkasamansetingini í Føroyum komandi árini. Demografiskar framskrivingar vísa, at býtið millum fólk í arbeiðsførum aldri og talið av fólkapenjónistum fer at skeiklast munandi. Meðan tað í dag eru fýra fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist, verða tað í 2040 tvey fólk í arbeiðsførum aldri fyri hvønn pensjónist.

Vit hava tíverri ongi nøktandi hagtøl, hvat viðvíkur fólkum við demenssjúkum í Føroyum, men samanbera vit okkum við grannalondini, so verður leystliga mett, at eini 800 føroyingar liva við demenssjúku í Føroyum í dag. Talið fer helst at tvífaldast upp í 1600 í 2040.

Í 2012 fekk landsstýrið álit handað, ið hevði heitið ”Gloymsk, men ikki gloymd”. Úrslitið av hesum varð, at landsstýrisfólkini Karsten Hansen og Annika Olsen bæði tóku stig til, at ein samskipað demensætlan skuldi gerast fyri Føroyar. Heitið á demensætlanini er ”Eitt demensvinarligt samfelag – gloymsk men ikki gloymd”. Í demensætlanini eru 14 ítøkilig tilmæli til politiska myndugleikan at taka støðu til.

Tilmælini kosta á leið 3 mió. kr. árliga. 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður