Landsstýrið tikið lán upp á 550 mió. norskar krónur

Landsstýrið tikið lán upp á 550 mió. norskar krónur

2017-05-01 10:47 Author image
Dimma

Landsstýrið hevur tikið NOK 550 mió. í láni á norska marknaðinum. Lánstíðin er 15 ár, og er rentan, sum landskassin skal rinda, 1,81% um árið.

Landsbankin upplýsir, at lánið fer til at umfíggja part av lánsbrævaláni hjá landskassanum, sum fellur til gjaldingar 27. juni í ár. Lánið, sum verður umfíggjað, er eitt fýra ára langt lán á DKK 1 mia. Rentan á hesum láni er 1,75%

Soleiðis er tað eydnast Landsbankanum, vegna landsstýrið, at taka eitt 15 ára lán til nærum somu rentu, sum rentan á tí fýra ára langa láninum, sum skal umfíggjast.  

Ratingfyritøkan Moody’s hevur í fleiri av sínum frágreiðingum víst á, at tað hevði verið ein fyrimunur, vórðu Føroyar minni tengdar at stutttíðarfígging. Longri fígging minkar um umfíggingarváðan, tí minni partur av skuldini skal umfíggjast hvørt árið.

Lánið er tikið í norskum krónum, men høvuðsstólur og renta er umlagt til danskar krónur við einum "swappi", fyri at sleppa undan kursváðanum, sigur Landsbankin.

Vanliga hava lán verið umfíggjað við at landskassin hevur givið út 4 til 5-ára lánsbrøv og selt hesi á føroyska og danska marknaðinum, men hesa ferð er ein partur, um DKK 450 mió., fíggjaður við ónoteraðum lánsbrøvum í norskum krónum á norska marknaðinum.

Lánið, sum verður umfíggjað og fellur til gjaldingar 27. juni, er tilsamans DKK 1 mia. til støddar. Nú verður fyrireikað at selja lánsbrøv á føroyska og danska marknaðinum til at endurfíggja restina av láninum. Tann upphæddin er 550 mió. kr.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður