Landsstýrið væntar semju um fiskidagar

2016-08-04 15:21 Author image
Dimma

Løgtingið hevur í fimm tímar í dag viðgjørt uppskotið um fiskidagar komandi ár. Uppskotið er nú beint í vinnunevndina, haðani tað kemur aftur í løgtingið 12. august. 15. august verður so onnur viðgerð í løgtinginum.

Kjakið við fyrstu viðgerð í dag var lívligt og vísti eisini á ta gjógv, sum er millum partarnar á løgtinginum. Stríðið stendur enn sum áður millum vinnu og vísind, men hóast ivasamar røddir er líkt til, at samgongan fer at semjast um høvuðspartarnar í uppskotinum. Hinvegin tykist greitt, at serliga Fólkaflokkurin og stórur partur av andstøðuni verður ímóti.

Í uppskotinum stendur, at fiskidagarnir verða skornir 30 prosent hjá línuskipum, trolbátum og útróðrarbátum. Tó verða 15 prosent av skerdu fiskidøgunum sett í ein buffara, sum verður lutaður teimum, sum hava brúkt allar sínar dagar.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tók samanum viðgerðina og segði seg hóast alt hóma eina semju um, at tað er neyðugt at verja fiskastovnarnar við Føroyar. Tað hevur týdning at ansa eftir ikki at fiska stovnarnar niður, so hvørt teir eru um at koma fyri seg aftur, segði landsstýrismaðurin. Haraftrat helt hann seg hoyra frá orðaskiftinum, at ávís semja er um, at óbrúktir fiskidagar verða tiknir úr skipanini, tó so at tey í vinnuni kunnu klára seg.

Í vinnunevndini kunnu tillagingar ávísar tillagingar gerast, áðrenn uppskotið kemur aftur til aðru viðgerð í løgtinginum, sum altso verður 15. august. Nýtt fiskiár byrjar 1. september, og fyri ta tíð skal løgtingið hava samtykt lóg um fiskidagar.

 

Meira langlesnaður