Landsstýrismaðurin: Betri skott mugu til í Føroya Tele

Poul Michelsen, landsstýrismaður

Landsstýrismaðurin: Betri skott mugu til í Føroya Tele

2017-07-03 10:41 Author image
Sigmund Vang

Leikluturin hjá FT Neti á internetmarknaðinum er uppi at venda í politisku skipanini. Føroya Tele hevur fingið boð frá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnu- og uttanríkismálum, um at gera tættari skott í samskipanina.

– Tað, at FT Net eigur netið, kann í sær sjálvum vera ein trupulleiki. Tað má ikki vera soleiðis, at Føroya Tele hevur nakrar fyrimunir, sum skeikla kappingina, sigur Poul Michelsen, og greiðir víðari frá, at Føroya Tele tekur stig.

– Tað hava tey gjørt nakað við, men um tað er nokk, tað veit eg so ikki. Tað kemur ann uppá, hvussu marknaðurin reagerar, sigur Poul Michelsen, tó trupulleikin als ikki er loystur enn.

– Eg haldi eisini, at Føroya Tele má hugsa um tað, at teirra prísir, og teir prísir, ið kappingarneytarnir mugu betala, eisini skulu vera kappingarførir við tað, sum aðrir undirveitarar uttanlands hava, sigur Poul Michelsen.

Hann strikar víðari undir, at tað ikki skal vera dýrari at hava net í Føroyum enn í útlandinum, og at ferðirnar samstundis skulu vera líka góðar.

Dimmalætting hevði í farnu viku tema um internetmarknaðin og -prísirnir í Føroyum. Vit umrøddu millum annað leiklutin hjá FT Net, dóttirfyritøkan hjá Føroya Tele, ið eigur og leigar út meginpartin av tí undirstøðukervinum, ið internetferðslan í Føroyum fer gjøgnum.

Kappingarneytarnir á marknaðinum meta, at FT Net í praksis hevur eitt monopol, ið skeiklar marknaðin. Mett verður, at FT Samskifti, dóttirfyritøkan hjá Føroya Tele, ið veitir internet til brúkaran, hevur fyrimunir av at hoyra til somu samskipan sum FT Net. Hetta hevur millum annað við sær, at tað verður torført hjá øðrum fyritøkum at kappast um prís av tí, at tær mugu rinda stórar upphæddir í leigu til FT Net.

FT Net strikaði í farnu viku undir, at ongin munir verður gjørdur millum kundar og veitarar.

Lesið meira í blaðnum

Meira langlesnaður