Langhúsini til víkingagarðin um at vera liðug

Langhúsini til víkingagarðin um at vera liðug

2017-11-24 13:12 Author image
Leif Láadal

Arbeiðið við at fáa grundlagt Egilsgarð omanfyri Kvívík tekur sína tíð, men nú er gongd komin á aftur. Langhúsini, sum eru týðandi partur av garðinum, eru um at vera liðugt smíðað 

Á økinum omanfyri landsvegin omanfyri Kvívík skal víkingagarðurin Egilsgarður liggja. Ætlanin var upprunaliga, at garðurin skuldi standa liðugur um hesa tíðina, men seinkingar hava havt við sær, at tað ivaleyst fara at ganga nøkur ár, áðrenn føroyingar og ferðafólk fáa møguleika at vitja ein føroyskan víkingagarð við øllum tí, sum har til hoyrir.

Talan er um eitt øki, sum er smáar 27.000 fermetrar, og á økinum verður ein heilur víkingagarður við bæði kirkju, langhúsi, húsum, smáttum og enntá einum eftirgjørdum vatni, har neyst verða sett upp og føroyskir bátar fara at flóta.


Langhúsini

Kirkjan, sum verður partur av garðinum, er liðugt smíðað í Íslandi, har hon varð sett upp og síðani tikin niður aftur og flutt til Føroya. Hon stendur nú í einum goymsluhøli, klár at verða sett upp aftur.

Hin stóri bygningurin, sum skal mynda Egilsgarð, eru langhúsini, sum eisini eru smíðað í Íslandi. Arbeiðið við at gera langhúsini er um at vera liðugt, og tá tey eru klár, verða tey, eins og kirkjan, tikin niður og send til Føroya.

Fyrimyndin til langhúsini eru tey húsini, sum standa á Eiriksstøðum í Íslandi, men støddin er smíðað eftir teimum mátum, sum eru funnin í útgrevstrunum í Kvívík, har hesi langhúsini vóru 21 metrar long (innan) og 5.75 metrar breið, har tey vóru breiðast.

Komandi summar verður ferð sett á at byggja víkingagarðin lidnan, men í hesum góðu tíðum, har tað er torført at finna handverkarar, kann tað taka sína tíð, siga fyriskipararnir. Væntandi verður víkingagarðurin Egilsgarður liðugur um eini tvey ár. Endaligi garðurin fer at kunna hýsa bæði ferðavinnu- og undirvísingartiltøkum, har tað verður gjørligt antin bara at vitja, ella at gista í eina ella fleiri nætur. Matstova verður tilknýtt garðinum.ð

 

 

Myndir: Egilsgarður

placeholder

Meira langlesnaður