Langhylurin í Havn skal byggjast sum ætlað

2017-01-25 09:02 Author image
Sigmund Vang

Langhylurin í Gundadali verður bygdur eins og ætlað, og projekteringin fer í gongd í 2017. Umráðandi er, at projekteringin verður gjørd so neyv sum til ber, og full upphædd verður sett av til projekteringina á komandi býráðsfundi 26 jan. 2017. 

Tað upplýsir býráðssamgongan á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
- Núsitandi býráðssamgonga fer í vár undir at gera langtíðarætlanir fyri løgur og rakstur hjá kommununi. Íløgutørvurin er ovurstórur, og hetta krevur, at íløgurnar verða væl tilrættislagdar, soleiðis at verkætlanirnar veruliga verða framdar, verður skrivað.

  

  

Meira langlesnaður