Danski orkumálaráðharrin á orkuráðstevnu í Føroyum

2017-03-24 11:30 Author image
Sigmund Vang

Danski orkumálaráðharrin, Lars Christian Lilleholt, verður eitt av høvuðsnøvnunum á orkuráðstevnuni, “Frá olju til vind”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri, fríggjadagin 7. apríl, á Østrøm. Har fer hann at umrøða orkupolitikkin í Danmark og ES, sigur Sambandsflokkurin í skrivi sent miðlunum.

Lars Christian Lilleholt hevur verið orkumálaráðharri í Danmark síðan 2015 og fer at umrøða danska orkupolitikkin og hvørji politisk mál eru i Danmark og ES innan orkuøkið.

Danmark hevur seinastu 40 árini megnað at lagt sín orkutørv um frá at verða djúpt tengt at oljuni frá Miðeystri til at vera eitt av grønastu og mest orkueffektivu londunum í heiminum.

Samstundis er samfelagsligi týdningurin av orkusektorinum alsamt vaksin og altjóða áhugin fyri donskum orkuloysnum er sera stórur.

Úrslitini innan orkuøkið í Danmark seinastu 40 árini eru skapt í einum neyvum samspæli millum politisku skipanina og vinnuna, har politisku avgerðirnar á orkuøkinum hava megnað at skapt røttu karmarnar fyri eini menning á heimamarknaðinum og vinnan hevur megnað at brúkt karmarnar fult út.

Á orkuráðstevnuni fer landsstýriskvinnan í orkumálum, Sirið Stenberg, eisini at taka lut og røða um, hvørjar politiskar ætlarnir Landsstýrið hevur á orkuøkinum.

Umframt Lars Christian Lilleholt, orkumálaráðharra í Danmark, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum, fer Thomas Nolsøe Danielsen, formaður í orku-, veitingar- og klimanevndini hjá Fólkatinginum, at taka lut og røða um orkupolitikkin í Danmark og ES.

  

 

placeholder

Meira langlesnaður