Lata telefonbókina fara við sorgblídni

Súsanna Bjarnadóttir Hammer og Maiken Jensen (Mynd: Sigmund Vang)

Lata telefonbókina fara við sorgblídni

2017-07-10 08:04 Author image
Sigmund Vang

Nú, ið síðsta telefonbókin er prentað, er tað við sorgblídni, at Føroya Tele sigur farvæl. Sambært Súsonnu Bjarnadóttir Hammer og Maiken Jensen, sum í áravís hava arbeitt við bókini, hevur áhugin í ár verið óvanliga stórur.

Súsanna Bjarnadóttir Hammer og Maiken Jensen, kundaráðgevarar á Føroya Tele, hava tilsamans arbeitt í fyritøkuni í ikki minni enn 75 ár. Maiken hevur í ár arbeitt á tí, sum í byrjanini æt Telefonverk Føroya Løgtings, í 50 ár, meðan Súsanna hevur arbeitt her í 25 ár. Í langum tíðarskeiðum hava tær báðar arbeitt við telefonbókini, og tað er tí við sorgblídni, at tær nú leggja hetta arbeiðið til síðis.

Tað at arbeiða við telefonbókini er meira umfatandi, enn man kanska hevði ímyndað sær. Sambært teimum báðum snýr tað seg um mánaðir: Fyrst ganga tvær vikur við at samla nýggj nummur, broytingar í verandi skrásetingum og lýsingar. Seinni koma tveir mánaðir við tí rættiliga stórarbeiðnum: Rættlesing. Eitt umfatandi arbeiði.

– Alt verður prentað út, og vit ganga gjøgnum hvørt navn og adressu. Vit kanna, at alt er rætt stavað, og um vit ivast, so ringja vit til tey, greiðir Maiken Jensen frá.

Aftan á tríggjar gjøgnumlesingar og nærum tveir mánaðir av arbeiði vóna Súsanna og Maiken so eisini, at ongar ella heilt fáar villur eru.

– Tað var nógv meira í telefonbókunum fyrr. Vit høvdu hesar her grønu, bláu og lillafargaðu síðurnar, greiðir Súsanna Bjarnadóttir Hammer frá, meðan hon blaðar í summum av gomlum bókunum, ið liggja her hendan symbolska dag: Allar telefonbøkurnar, líka frá 1908 til í fjør, skulu nú flytast úr bygninginum hjá Føroya Tele og sendast til Landsbókasavnið.

Lesið meira í blaðnum

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður