​Einar svartar Føroyar í grønum hami?

2017-03-27 23:30 Author image
Dimma

Sambært samgonguni skulu Føroyar gerast grønar. Fleiri valevni, tingfólk og flokkar vístu á hetta í og undan valstríðnum. Lyftini eru góð, men samsvara ikki við tað samgongan vísir í verki. Tí hvussu kann tað vera grønt, at leita eftir olju í Føroyum? 

Eg skilji væl, at tað kann vera freistandi, at leita eftir olju. Hvat nú um vit finna eitt gullnám undir havinum? Bara ímynda tær alt vit kunnu byggja, gera og njóta við teimum pengunum. Bara ímynda tær allar tær torføru avgerðirnar, vit slett ikki noyðast at taka – øll fáa alt, og øll eru glað.

Men prísurin er hægri enn vit eiga at vilja rinda. Herfyri vísti heimsheilsustovnurin, WHO, á, at 1,7 milliónir børn doyggja vegna dálking. Tað er ein fjórðingur av barnadeyðum kring heimin. Øll dálkingin stavar ikki frá olju, men olja er ein ómetaliga stórur partur av tí. Astma, krabbamein og niðursett immunverja eru aðrar avleiðingar av, at vit brúka olju sum brennievni. Og harafturat koma eitt nú tær ovurhondsstóru umhvørvisbroytingarnar, vit longu síggja í heimshøvunum vegna dálking.

Tað er lætt at siga at vit ongan mun gera – men sannleikin er, at tað passar so slett ikki, um vit gera eitt stórt oljufund í Føroyum. Tá eru grønu tiltøkini vit kunnu finna uppá at gera í Føroyum, einki afturímóti teirri dálkingini vit fara at vera beinleiðis orsøkin til.

Vandarnir her í Føroyum eru eisini stórir. Deepwater Horizon vanlukkan í 2010 vísti vandarnar við, at bora eftir olju á djúpum vatni. 780.000 rúmmetrar av olju komu út í havið, og spjaddu seg í eitt 180.000 ferkilometra øki – ið svarar til 2/3 av føroyska sjóøkinum. Hetta var í USA, við allari teirri tilbúgvingini og verjuni á havinum, ið heimsins ríkasta og sterkasta land hevur. Metingarnar siga, at oljan verður verandi í føðiketuni í fleiri ættarlið afturat.

Og hví taka á okkum ringu samvitskuna og vandarnar, tá tað er óneyðugt? ​Framtíðar tilfeingið er ikki olja – oljan er á veg út, og vit hava so nógvar aðrar møguleikar.

Tí vit í Føroyum kunnu. Vit kunnu verða undangonguland fyri grønari orku og fyri burðardyggum loysnum. Vit hava fantastiskar umstøður, tað krevst bara at vit veruliga vilja tað. Politikarar siga aftur og aftur at teir vilja, men so er tað bara at vísa tað í verki.

Um vit veruliga skulu hava eina tjóð, ið er grøn, har vit varðveita teirri flottu náttúruna og okkara størstu vinnur - fiskivinnuna, alivinnuna og ferðavinnuna - so er tað ov vandamikið, umframt moralskt skeivt, at leita eftir olju. Bara ein vanlukka kann vera nóg nógv til, at oyðileggja stóran part av sjóøkinum, og sjálvt ein lítil vanlukka oyðileggur reinu og mystisku myndina av Føroyum, ið alivinnan og ferðavinnan brúka at selja og fáa betri prís. Ein oljuvinna kann altso lættliga skaða tær størstu vinnurnar vit hava – vinnur, sum mótsett oljuvinnuna, kunnu vera burðardyggar og varandi, um vit vilja tað.

Tora politikarar ikki at siga, at av og á, so er løtuvinningur ikki tað vert, so eru orðini um einar grønari Føroyar bara orð og einki annað. Tað er kanska lætt hjá okkum, at lata okkum í ein grønan ham, og billa fólki inn, at vit eru fantastisk og hugsa um náttúruna. Ókritiska tráðanin eftir løtuvinningi, fær okkum tó skjótt at síggja meira út sum ein olju-svørt tjóð, ið roynir at goyma seg í einum grønum hami.

Við ynski um, at politikararnir hugsa longri enn stutta tíð fram,

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður