Legði á hýrivognsførara og varð handtikin

Legði á hýrivognsførara og varð handtikin

2017-11-05 10:31 Author image
Leif Láadal

Tað gekk ikki so væl hjá tveimum monnum, sum høvdu leigað sær ein bil úr Eysturoynni til Havnar í gjárkvøldi. Tá bilurin skuldi gjaldast, kom ósemja teirra millum um, hvussu rokningin skuldi gjaldast.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at hýrivognsførarin fór við tí eina manninum út til sjálvtøkuna fyri at tryggja sær, at hann fekk allar sínar pengar, men tá legði maðurin á hýrivognsføraran, sum tó kláraði at hála seg leysan aftur. Førarin leyp inn í bilin, stongdi og koyrdi avstað. Í bilinum sat tó hin maðurin, og tá førarin hevði ringt eftir politinum, sum so møttist við bilføraranum og hinum manninum, varð farið at leyta. Maðurin, sum hevði verið harðligur, varð funnin á einum skeinkistað í býnum og handtikin.

Í fyrstu atløgu vórðu báðir mennirnir tiknir, men tann, sum ikki hevði verið harðligur, varð latin leysur aftur.

Handtikni maðurin er ikki avhoyrdur enn, men svevur rúsin av sær í varðhaldinum. Vakthavandi sigur, at hýrivognsførarar ikki eru umfataðir av sonevndu grein 119, sum gevur serliga harðan straff, um gjørt verður seg inn ávísar persónar - eitt nú løgreglufólk. Men at gera seg inn á fólk upp á hendan mátan, gevur eisini straff - vanliga ein mánaða í fongsul. Um tann dómur so verður treytaður, velst um umstøðurnar.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður