Leguhúsið er ein varði í kommununi

Leguhúsið er ein varði í kommununi

2017-09-15 10:40 Author image
Leif Láadal

Á setanarløtu hóskvøldið varð avdúkað, at Leguhúsið í Nesvík fær heiðurin "Ársins mentanaravrik 2017" frá Sunda kommunu, sum fyri 7. ferð lat hesa serligu virðisløn.

Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini. Grundgevingin fyri at geva Leguhúsinum í Nesvík heiðurin ljóðaði, sambært heimasíðuni hjá kommununi, soleiðis:

"Síðani 1993 at hava hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum. Leguhúsið er ein varði í kommununi, sum umframt øll tey uppbyggjandi tiltøkini hjá Heimamissiónini hevur verið øllum økinum her at gagni."

Við heiðrinum fylgir ein glasgáva, sum myndar ein varða.

placeholder

Meira langlesnaður