Leif Sørensen aftur í Hoydølum í ár

Leif Sørensen aftur í Hoydølum í ár

2017-06-28 21:10 Author image
Leif Láadal

Vælumtókta tiltakið Insanatorium, sum hevur verið í Hoydølum, verður aftur í ár, men kanska fyri seinastu ferð. Kokkurin Leif Sørensen tók stig til at skipa eina sonevnda pop-up matstovu í Hoydølum, og í fjør vitjaðu yvir 1200 fólk teir 20 dagarnar, matstovan var opin. Í ár er matstovan opin 14 dagar, frá 5. til 27. juli. Sniðið er tað sama, sum undanfarin ár. Tey vitjandi fáa eina framanundan setta saman matskrá við fimm rættum - og drykkivørum, um hug. Leif Sørensen sigur, at hann roynir einaferð enn at geva fólki eina uppliving í teimum serligu umstøðum, sum eru í Hoydølum, men at tað ikki er vist, at tað er gjørligt at skipa fyri sama tiltaki framyvir, nú Hoydalar skulu finna aðra innivist.

Tey, sum hava áhuga fyri at frætta meira um tiltakið hjá Leif Sørensen, kunnu trýsta HER, har matskrá sæst, umframt at greitt verður frá øðrum smálutum.

placeholder

Meira langlesnaður