Leif Sørensen letur upp matstovu á gamla sanatorii í Hoydølum

2016-06-26 16:30 Author image
Dimma

Kendi føroyski kokkurin Leif Sørensen hevur sett saman eina matskrá við fimm føroyskum rættum í nýggjum hami til matstovuna Insanetorium.

Toskurin skal ikki longur langtíðarbaða í kókandi vatni, laksurin verður klæddur í grønt, og ræsti fiskurin verður endurføddur í einari risotto, verður sagt í tíðindaskrivi um matstovuna.

Insanetorium verður eitt stað, har tað skal vera stuttligt, lekkurt og ódýrt at eta góðan føroyskan mat. Karmarnir verða óformligir og hugnaligir, og maturin einfalt borðreiddur. Afturvið matinum kann ein vín- ella djússkrá veljast afturat.

Meira kann lesast um tiltakið á facebook

Matstovan verður opin ávísir dagar í tíðarskeiðnum 30. juni – 6. august

placeholder

Meira langlesnaður