Leivur Persson nýggjur stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

Leivur Persson nýggjur stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum

2017-09-12 11:35 Author image
Innsent

Samferðslumálaráðið hevur í dag sett Leiv Persson í starv sum stjóra fyri Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Leivur Persson er 36 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur.

Í tíðarskeiðinum 2010- 2013 starvaðist Leivur sum løgfrøðingur á Sjóvinnustýrinum. Síðani 2013 hevur hann verið deildarleiðari fyri Arbeiðseftirlitið, og síðani mai mánaði í ár hevur hann verið settur stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Sum liður í at styrkja málsøkini arbeiðseftirlit og brunaeftirlit vóru Arbeiðseftirlitið og  Brunaeftirlitið løgd saman í ein stovn tann 1. januar í ár.

Høvuðsuppgávan hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er støðugt at betra um arbeiðsumhvørvið, eisini tað sálarliga, á øllum føroyskum arbeiðsplássum, umframt at virka fyri brunatrygd.

Sum brunamyndugleiki fremur stovnurin regluligt brunasýn av bygningum og mannaverkum og góðkennir og hevur eftirlit við eldfimum virkjum, oljugoymslum, brennievnissølum, gassgoymslum og flutningi av vandamiklum evnum. 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður