Lena og Niclas á Norðuratlantsbryggjuni

2016-08-31 08:31 Author image
Dimma

Á Norðuratlantsbryggjuni kann ein gleða seg til at hoyra løg úr allari yrkisleiðini hjá Lenu Andersen.

Fyrireikararnir siga soleiðis um konsertina:

Við eini rødd, ið kann reka sjálvt tey treiskastu skýggini burtur, og við teksti, ið melur um døpur evni, men sum eisini gevur vón, er føroysk/kanadiska Lena Andersen eitt sterkt boð uppá eina av heilt stóru føroysku songkvinnunum. Nú bjóðar Norðuratlants Bryggjan eina framúr seinsummarkonsert við Lenu Andersen saman við orkestri á 5. hædd við útsýni yvir Keypmannahavn.

Á hennara seinastu útgávu, Eagle in the Sky, frá 2016, hevur hon meiri enn áður flutt seg nærri at sínum Norðuramerikanska uppvøkstri. Tann heldur fløkjasligi uppvøksturin í Kanada hevur verið drívmegin á hesu útgávuni.

- Nógvar av mínum upplivingum hava ein smakk av myrkursins avkrókum, men eg ynski, at mín tónleikur skal vera skínandi og umfevnandi. Menniskjað hevur brúk fyri vón, og tað vil eg fegin geva við mínum løgum. 

Meira langlesnaður