Óð kúgv mundi gjørt enda á Leon      

2016-07-04 19:28 Author image
Jógvan Samuelsen

Seinasta fríggjadag var um reppið, at Leon Sólheyg ikki livdi dagin av.
Saman við øðrum var hann í holt við at taka fýra kýr úr einum bili, sum hevði koyrt tær norður á garðin Frammi í Dal í Kollafirði, har hann arbeiðir sum húskallur.

Garðurin Frammi í Dal samstarvar við garðin í Havnardali, og tað samstarvi inniber millum annað, at kýr sum av einari ella aðrari orsøk ikki kunnu brúkast á garðinum í Havnardali, vera sendar norður í Kollafjarðardal.

Einki óvanligt hendi á túrinum til Kollafjarðar, og tá tær báðar fyrstu kýrnar fóru úr bilinum hendi heldur einki. Men tá tann triðja kúgvin skuldi takast út, gjørdist tann seinasta ómøgulig, og tí fóru báðar úr vogninum í senn.

Menninir bundu eina kúgv uttanfyri meðan Leon leiddi ta seinastu inn, og tí fekk hann slett ikki við, at hon slapp leys og fór niðan í bøin. Kanska var tað orsøkin til, at hann heldur ikki tók tað í so stórum álvara, tá ein starvsfelagi kom inn og segði honum, at øði var komin í kúnna.

Tá hann kom út aftur í túni, fór hann yvir ímóti kúnni, sum kom lúrandi oman við hegninum, og tað var ikki fyrr enn hann stóð beint hjá henni, at hann sá, at hon ikki bara var ill; hon var óð í høvdinum. Tá var hann komin ov nær.

- Eg uppdagaði tað ov seint. Eg var komin ov nær, so har vendist ikki aftur. Men, tá hon var á veg upp úr ánni, sum hon var á veg yvirum, sá eg tað í eygunum á henni. Hon var púra svøk. Hon hevði læst eyguni á meg, og so leyp hon á, greiðir Leon Sólheyg frá.

Hann fekk ein ordans umgang frá kúnni, sum slongdi hann í svørðin og í ánna. Ta einu løtuna var støðan heilt kritisk, tí kúgvin gekk omanyvir honum, men trakkaði tíbetur ikki á hann. Gjørdi hon tað, spann ikki í honum.

Ein av makkarunum hjá honum ripaði eina jarnstong í skallan á kúnni, og tað fekk hana at steðga so mikið á, at teir fingu drigið Leon Sólheyg burturfrá.

Hann slapp frá hendingini við brotnum beini, pínu í kroppinum og nógvum bláum merkjum.

 

Lesið alla samrøðuna við Leon Sólheyg í blaðnumm sum er í sølubúðunum.

placeholder

Meira langlesnaður