Fargen: Lesa arvastrongin hjá 1500 føroyingum í næstum

2016-08-23 15:02 Author image
Dimma

- FarGen-verkætlanin er ein áhugaverd verkætlan, sum mennir møguleikarnar fyri heilsugransking og sostatt fyri viðgerð í heilsuverkinum. Spennandi verður at fylgja verkætlanini og síggja, hvussu føroyingar taka undir við henni.

Soleiðis sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í tíðindaskrivi, nú FarGen-verkætlanin fer av bakkastokki.

Málið hjá FarGen-verkætlanini er at lesa arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. FarGen skal byggja upp eitt undirstøðukervi við upplýsingum um ílegurnar hjá føroyingum. Við hesum verða fortreytir skaptar fyri gransking í ílegum og arvaligum sjúkum, og møguleikarnir at fyribyrgja og viðgera sjúku verða mentir.

Í fyrstu atløgu verða arvastreingirnir hjá 1.500 føroyingum kortlagdir, og eitt føroyskt tilvísingargenom verður framleitt. Føroyska tilvísingargenomið vísir, hvussu miðal samansetingin av ílegunum hjá føroyingum er, og er tað eitt umráðandi amboð innan ílegugransking.

placeholder

Meira langlesnaður