Lesandi uttanlands skulu gera p-talið virkið

2016-06-30 08:32 Author image
Sigmund Vang

Er p-talið ikki gjørt virkið innan 13. juli er ikki møguligt at gera tað virkið aftur fyrr enn 8. august 2016. Tað skrivar TAKS á heimasíðu síni.
Fyri at gera p-talið virkið skal teldupostur sendast til taks@taks.fo, við upplýsingum um p-tal, navn, adressu og nær ein væntandi er í Føroyum. Boðini skulu vera skrivlig. 
Søkja lesandi um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, verða tey skrásett við fríkorti. Tað merkir, at tær fyrstu kr. 30.000, ið vunnar verða, eru skattafríar. Fríkortið er tað sama sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Verður vunnið meira enn botnfrádráttin, verður skattur goldin av inntøkuni, sum fer upp um botnfrádráttin.
Lesandi í Føroyum hava sama møguleika sum lesandi uttanlands at fáa sær eitt fríkort, um tey bert arbeiða partar av árinum, har inntøkan er á leið kr. 30.000. 
Fríkortið er kortini ikki galdandi fyri øll starvspláss. Hvørki lesandi í Føroyum ella uttanlands kunnu fáa fríkort, um tey mynstra umborð á skip, sum eru skrásett undir FAS skipanini. Hýra frá skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS), verður skattað við føstum skattaprosenti upp á 35 prosent, uttan mun til, hvussu nógvur peningur verður vunnin.

Kelda: TAKS

  

Meira langlesnaður