Lesandi í summarfrí fáa innivist

2016-06-08 10:37 Author image
Dimma

Tey flestu, sum hava verið uttanlands í lesnaði, kenna tað helst. Tú ert heima í summarfrí, men ólidna uppgávan og ringa samvitskan hongur uppí tær, hvar tú so fert. Tað er ikki ordiligur friður nakrastaðni til at gera tað, tú átti at gjørt.

Hetta ger Býarbókasavnið í Havn nakað við. Í summar kunnu lesandi aftur nýta lestrarhølið á ovastu hædd á bókasavninum, sum liggur mitt í býnum.

- Hetta hevur verið rættiliga væl umtókt, sigur Vónbjørt Vang, býarbókavørður. Í fjør vóru eini 50 fólk og brúktu hølini, bæði um summarið og á jólum, tá ið uppgávur vanliga skulu gerast.

Øll lesandi á hægri lestri eru vælkomin at nýta hølini, sum eru opin frá 27. juni til 21. august. Opið er somu dagar, sum Býarbókasavnið er opið.


- Í lestrarhølinum kunnu lesandi sita í frið og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars. Hetta er eitt tilboð til teirra, ið eitt nú eru heima í summarfrí og hava tørv á einum friðarligum staði at lesa og arbeiða, sigur Býarbókasavnið.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður