Størri samstarv við Skotland

2016-09-08 08:44 Author image
Sigmund Vang

Hvat knýtir Skotland til norðurlendsku grannarnar, og hvørjir møguleikar liggja í størri samstarvi? Hvør er framtíðin hjá Skotlandi nú uttan fyri ES – ella kanska sum limaland, meðan restin av Stórabretlandi fyrireikar seg til at fara burturúr? Lesley Anne Riddoch er virðislønt tíðindafólk, sum regluliga skrivar fyri The Scotsman og The Guardian, og týsdagin 13. september klokkan 19.30 fer hon at umrøða hersar og aðrar aktuellar spurningar, sum hava við Skotland at gera. Tað hendir í Norðurlandahúsinum, og tað er ókeypis atgongd.

Lesley Anne Riddoch er fødd í februar 1960. Hevur arbeitt sum blaðkvinna í útvarpi- og sjónvarpi og býr í Perth. Sum barn búði hon nøkur ár í Belfast. Hon er eisini útbúgvin innan heimspeki, politikk og búskaparfrøði. Hon hevur millum annað verið blaðstjóri fyri Sunday Herald. Eisini hevur hon skrivað greinar í Sunday Post, The Scotsman og The Guardian, umframt staðið fyri rásini Speaking Out í BBC Radio Scotland og fyri Lesley Riddoch í Radio Scotland. Riddoch hevur fingið fleiri prísir, og hevur eisini arbeitt og hjálpt afrikonskum blaðkvinnum við blaðskriving og hevur verið limur í Scottish Prisons Commission.

 

placeholder

Meira langlesnaður