Samkynd gifta: Kirkjan má sjálv taka støðu

2016-05-10 16:52 Author image
Sigmund Vang

Nógv kjak hevur verið um samkynd skulu sleppa at gifta seg í kirkju og samkomum í sambandi við viðgerðina av broytingunum í hjúnabandslógini. Men júst hetta er ein spurningur, sum LGBT Føroyar ikki blandar seg uppí.

- Onkur royndi at grugga málið við at øsa fólk upp, men tað hevur ikki verið ætlanin hjá okkum at sleppa inn í kirkjur og samkomur at gifta okkum, sigur Eiler Fagraklett, talsmaður fyri LGBT, nú løgtingið hevur samtykt at fremja broytingarnar.

- Málið hjá okkum var at sleppa at giftast borgarliga, og um kirkjan ella samkomurnar skulu taka støðu til nakað, so verður tað eitt mál fyri tær, leggur hann afturat.

Í øðrum londum hevur tað víst seg, at trýstið á kirkjuna og samkomurnar er komið innanífrá, og ikki frá felagsskapum, sum tala søkina hjá teimum samkyndu. Og soleiðis verður tað kanska eisini í Føroyum. Í hvussu so er, so fer LGBT ikki at gera nakað við hetta. Framtíðar virksemið hjá LGBT fer millum annað at snúgva seg um yvirtøkuna av familju- og arvarættinum.

- Tá Føroyar fáa ræðið á hesum málsøki, hevur tað týdning fyri felagið, at tey samkyndu, biseksuellu og transpersónar ikki detta niðurímillum, sigur Eiler Fagraklett.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður