Føroyingar sýna samhuga við tey samkyndu í Orlando

2016-06-16 12:30 Author image
Dimma

Eftir ræðuleikan í Orlando, har 50 LBGTarar og vinir teirra vóru dripin, og 53 onnur vóru særd, hava fleiri limir í LGBT Føroyum ynskt at vísa sína samhugakenslu fyri sínum LGBT brøðrum og systum.

Tað sigur LGBT Føroyar, sum nú saman við Amnesty International Føroya Deild og Sirkus Føroyar í felag skipa fyri minningarløtu fríggjakvøldið 17. juni í Sirkus í Havn.

Sirkus Føroyar hevur, frá fyrsta degi LGBT rørslan varð sett á stovn í Føroyum, verið eitt frístað fyri føroyskar LGBTarar, tess viðhaldsfólk og aðrar rúmligar føroyingar. Tí hevur Sirkus avgjørt at skipa fyri hesi minningsløtu saman við LGBT Føroyar rørsluni.

Amnesty International arbeiðir m.a. fyri at basa mismuni og haturbrotsverkum kring heimin, og tí hevur Amnesty International Føroya Deild eisini avgjørt at luttaka í minningarløtuni fríggjakvøldið.

Tiltakið byrjar fríggjadagin 17. juni, har frá kl. 16.00 til kl. 21.00 er møguleiki at koma framvið í Sirkus og skriva eina samkenslukvøðu í eina serliga bók, sum seinni verður latin amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn. Samstundis verður møguleik at tendra eitt kertilljós og soleiðis minnast tey deyðu.

Tónleikur og røður vera á skránni, sum hevur til endamáls at heiðra minni eftir offrunum í Orlando og onnur, ið hava latið lív vegna sína kynsligu sannføring.

- Álopið í Orlando var enn eitt blóðugt álop á samkynd og LGBTarar annars. Haturbrotsverk eru tíverri als ikki óvanlig millum samkynd kring knøttin, ei heldur í Føroyum. Samkynd eru dagliga í vanda fyri mismuni, álopi, harðskapi og í ringasta føri drápi. Barrir, klubbar og dansistøð, ið serliga venda sær til LGBTarar og tess viðhaldsfólk, eru ofta einasta frístaðið, har samkynd veruliga kenna seg vælkomnan og trygg. Tí kann tað tykjast eyka svárt at verða álopin og tikin av døgum í einum LGBT náttklubba, sum Pulse í Orlando nú er, sigur LGBT Føroyar.

LGBT Føroyar vil við hesum tiltakinum vísa, at vit standa saman við Orlando, og at bardagin fyri okkara lívi og okkara kærleika heldur fram.

- Vit eru her, og fara altíð at verða her.

placeholder

Meira langlesnaður