Líf Magneudóttir tendrar jólatræið í ár

Mynd: tosrhavn.fo

Líf Magneudóttir tendrar jólatræið í ár

2017-11-18 12:03 Author image
Leif Láadal

Tað verður býráðslimurin Líf Magneudóttir úr Reykjavík, sum kemur at vera við til at handa og tendra jólatræið á Vaglinum í ár. 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

Sum siðvenja er, hevur Reykjavík latið Havnini eitt jólatræ, sum hesaferð verður tendrað leygardagin 2. desember kl 15.30. Samstundis letur Skoytubreytin upp.
Siðvenja er eisini, at eitt umboð fyri Reykjavíkar býráð er við at tendra træið. Lif Magneudóttir kemur til Føroya fríggjadagin 1. desember og fer heimaftur mánadagin 4. desember. 

Aðalkonsulát Íslands og Tórshavnar kommuna eru vertir hesar dagarnar.

placeholder

Meira langlesnaður