Likkurnar skræddu alifóður í seg

2016-07-19 15:27 Author image
Simona Midjord

- Tað er ikki nakað krav um, at alifóður skal flytast innilokað. Hetta kemur ikki ofta fyri í dag, tí sum oftast verður fóðrið latið beint í stórar fóðurflakar. Men í Suðuroynni fóðra tey framvegis manuelt frá bátum sum sigla út til ringarnar, sigur Marner Nolsøe, embætisdjóralækni.

Tað var um middagsleitið í dag, at nakrar likkur veruliga gjørdu bart á havnarlagnum í Havn og lupu á nakrar fóðurposar frá Havsbrún. Nógv ferðafólk var á staðnum, og tey nýttu høvið at avmynda matveitsuna hjá likkunum.

Tað eru annars rættiliga strangar reglur innan alivinnuna, hvussu útgerð og annað kann flytast millum øki, so tað slepst undan smittuspjaðing. Men sambært Marner Nolsøe er hetta ikki galdandi í sambandi við fóður. Treytin er bara, at tað skal bera til at sóttreinsa tað, sum flytast skal. Tí fær Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki gjørt nakað í hesum føri.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður