Flýggjar og flytur fokus

2016-05-13 21:47 Author image
Dimma

Heðin Mortensen, borgarstjóri og løgtingsmaður, leggur í tíðindaskrivi í dag eftir Kringvarpinum. Undir yvirskriftini "Karaktermorð í bestu senditíð" stendur hann sjálvur sum bøðil og karaktermyrðir starvsfólk í Kringvarpinum og blaðstjóran á Dimmalætting.

Við 624 orðum niðurger Heðin Mortensen starvsfólk í Kringvarpinum og leggur okkum undir at manipulera, at gera gølujournalistikk, at vera ósaklig og heft í okkara tíðindaflutningi. Uppáhald, sum uttan dokumentatión, eru hálað úr leysari luft.

Heðin Mortensen sigur seg hava so ringar royndir at gera bandaðar samrøður við Kringvarpið, at hann bara vil gera beinleiðis samrøður. Hyggjarar og lurtarar hjá Kringvarpi Føroya vita, at Heðin Mortensen er ein teirra, sum hevur gjørt flestar samrøður við Kringvarpið seinastu árini – og flestu teirra hava verið bandaðar. So seint sum 27. apríl í ár - sama kvøld sum 2. viðger av broytingini í hjúnabandslógini var fyri í Løgtinginum - gjørdi hann bandaða samrøðu við Dag og Viku og Útvarpið. So misálitið hjá Heðini Mortensen mótvegis Kringvarpinum er íkomið seinastu tvær vikurnar.

Í Degi og Viku í gjár vildu vit hava at vita, hví Heðin Mortensen knappliga var farin av landinum beint áðrenn 3. viðger av broytingunum í hjúnabandslógini og settu okkum tí í samband við hann. Vit skjalfestu, at Tórshavnar Kommuna hevði bílagt borgarstjóranum ein einvegis ferðaseðil til Írlands minni enn eitt samdøgur áðrenn hann sum tinglimur skuldi atkvøða í einum umstríddum máli, sum hann higartil hevði havt eina ógreiða støðu til.

Eftir at hava ringt og skrivað sms-boð, fingu vit endiliga samband við Heðin Mortensen kl 15.17 í gjár. Vit tosaðu við hann eina góða løtu og avtalaðu at tosa saman, tá innslagið um ferðina til Cork var liðugt. Heðin Mortensen var seinnapartin sinnaður at gera bandaða samrøðu, men vildi fyrst síggja innslagið. Hann segði seg heldur vilja sleppa beinleiðis, men vit greiddu honum frá, at ikki ber til at síggja innslagið á sendaranum, sum vit nýta at senda beinleiðis við úr býnum. Um hann vildi síggja innslagið áðrenn, so kundi hann koma niðan í Kringvarpið, hyggja eftir innslagnum og eftirfylgjandi gera eina samrøðu. Tað skilti hann.

Innslagið var liðugt tá klokkan nærkaðist fimm seinnapartin í gjár, og bæði journalisturin og redaktørurin á Degi og Viku ringdu fleiri ferðir til Heðin Mortensen og sendu honum sms-boð. Kl. 17.18 fingu vit endiliga samband, og bjóðaðu honum niðan at hyggja at innslagnum. Hann endurtók ynski um at sleppa beinleiðis í Dag og Viku. Vit greiddu frá, at nú høvdu vit gjørt klárt til avtalaðu bandaðu samrøðuna, men noktaðu honum ikki at gera beinleiðis samrøðu í staðin. Hann segði, at fyrst mátti hann tosa við sínar ráðgevar og lovaði at ringja aftur um ein minutt. Heðin Mortensen ringdi ongantíð aftur, men kl 17.24 sendi hann eini boð um at hann vildi ikki gera bandaða samrøðu.

Innslagið sæst her

Heðin Mortensen heldur í tíðindaskrivinum í dag uppá, at hann ikki fekk boðið beinleiðis samrøðu. Tað bar ikki til at bjóða honum beinleiðis samrøðu, tí hann tók ikki telefonina og svaraði ikki sms-boðum eftir at hava noktað bandaðu samrøðuna. Vit ringdu aftur til hansara kl 17.27, kl 17.43 og kl 18.03. Men einki svar. Ætlanin var at bjóða honum til beinleiðis samrøðu umvegis sendaran úr býnum, so vit kundu fara hagar tað hóvaði Heðini Mortensen at gera samrøðuna.

Hetta vístu vit eisini á í Degi og Viku hóskvøldið.

Góði Heðin, tað er ósømiligt fyri ein fólkavaldan politikkara at karaktermyrða ein heilan stovn við ógrundaðum pástandum. Journalistar skulu skjalfesta og miðla vitan til borgaran. Tað er okkara evsta uppgáva at vera á varðhaldi. Serliga, tá talan er um politikarar, sum umsita skattgjaldarans pengar.

Heldur tú teg hava verið fyri órætti, er at nýta røttu mannagongdirnar. Miðlarnir í Føroyum virka undir lógini um fjølmiðlaábyrgd. Lógin áleggur okkum at fylgja leiðreglunum um góðan fjølmiðlasið. Um tú ella nakar annar heldur seg hava verið fyri órætti í Kringvarpinum ella í nøkrum øðrum miðli, so er at kæra til Fjølmiðlanevndina, sum síðani tekur avgerð í málinum. At skjóta journalistin við uppáhaldum um "gølujournalistikk", "karaktermorð" og "persónsálop" er bæði at flýggja undan ábyrgd og at flyta fokus.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður