Viðmerking til Gunvá við Keldu

2016-05-27 09:32 Author image
Dimma

Gunvá við Keldu harmast um, at vit í fyrru sendingini um “Stríðið um tey 10 prosentini” siga, at reiðaríið Palli hjá Mariannu eigur Norðhavnina, hóast Klaksvíkar kommuna eigur størsta partin. Kringvarp Føroya virkar, sum allir aðrir føroyskir miðlar, undir lógini um fjølmiðlaábyrgd. Lógin áleggur okkum at halda leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Sjálvandi rættar Kringvarp Føroya faktuellar feilir. Tað gjørdu vit eisini í hesum førinum.

Leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið kunnu lesast her.

Harumframt leitar Kringvarp Føroya sær leiðbeining í etisku leiðreglunum hjá Danmarks Radio. Tað gjørdu vit eisini í hesum førinum. Leiðreglurnar hjá DR kunnu lesast her.

Munur verður gjørdur á, hvussu álvarsamur feilurin er, og hvussu hann er miðlaður. Er talan um ein álvarsligan feil, sum ger beinleiðis skaða, er ærumeiðandi, ella kemur undir revsiábyrgd, so verður feilurin rættaður í somu sending ella sendirøð.

Er talan um ein minni faktuellan feil, sum ikki ávirkar fortreytina fyri søguni, ella sjálva vinklingina, so verður rættleiðingin/presiseringin løgd á heimasíðuna – soleiðis sum vit eisini gjørdu í hesum førinum. (Sí: http://kvf.fo/netvarp/sv/2016/03/14/stridid-um-tey-10-prosentini-1#.V0gHoJHhDIW)

Presisieringin var soljóðandi:

Í sendingini verður sagt, at reiðaríið Palli hjá Mariannu eigur Norðhavnina. Sp/f 27. juni 2007, sum Palli hjá Mariannu eigur, eigur ein part av Norðhavnini, meðan Klaksvíkar kommuna eigur størsta partin av havnini. Rættari hevði tí verið at sagt, at Palli hjá Mariannu eigur ein part av Norðhavnini.

Hevði feilurin verið gjørdur í Degi og Viku, so høvdu vit nevnt presiseringina í sendingini dagin eftir. Í hesum førinum kom onnur sending um “Stríðið um tey 10 prosentini” fleiri vikur aftan á fyrru sending. Vit hildu tí, at tað var rættast at leggja presiseringina út á heimasíðuna hjá Kringvarpi Føroya beinanvegin sum vit vórðu gjørd varug við feilin.

Seinna sendingin um “Stríðið um tey 10 prosentini” hevði eisini annað innihald enn fyrra sendingin, so har var onki nátúrligt stað at leggja presiseringina inn. Vit kundu tó havt nevnt tað á einum endaskelti síðst í sendingini, men hetta var ikki í okkara huga, tí vit mettu okkum hava gjørt vart við presisieringina á heimasíðu Kringvarpsins.

Ynskiligt hevði verið, um vit á sjónligum stað á heimasíðu Kringvarpsins kundu savnað presiseringar, rættingar, nágreiningar vm. Tann møguleikin er ikki til staðar í dag, men arbeitt verður í løtuni við at umskipa og dagføra heimasíðuna hjá Kringvarpinum, og tá er ætlanin at hava eina slíka undirsíðu.

   

   

placeholder

Meira langlesnaður