Stóri stuðulsdagurin hjá Lindini

2017-01-19 10:22 Author image
Sigmund Vang

Nú leygardagin 21. januar hevur Lindin stórt stuðulstiltak. 17 ár eru liðin, síðani Lindin tann 21. januar í 2000 byrjaði at senda. Við 13 sendarum røkkur Lindin í dag umleið 90 % av landinum. Sent verður allar vikudagar, alt samdøgrið. Frá fyrsta sendidegi hava trúgvir stuðlar og afturvendandi stuðulsdagar fíggjað allan raksturin av Lindini. Stuðulin er árliga áleið 1,6 mill. Umleið 50 fólk, flestu teirra sjálvboðin, eru onkusvegna virkin í Lindini.

Árligi stuðulsdagurin verður nú leygardagin 21. januar byrjar kl. 14.00, har sent verður beinleiðis úr Norðurstreymoy, Eysturoynni og útvarpstovuni í Havn og hildið verður á, líka til høvuðsvinningurin, verður drigin kl. 23.00. Eins og undanfarin ár verða útvarpsprát við gestir og millum kl. 15 og 19 verður sent frá Norðurstreymoy.

Kl. 19.30 verður konsert í Kelduni í Skálafirði við m.a. M.C. Restorff, Jórun Pólsdóttir, Glæma, Maria á Lakjuni og Lovsangsbólkur úr Lívdini v/ Barbara og Noe Chaparro. Seinni út á kvøldið verður sent úr Havn.  

Høvi verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul hjá Lindini, hækka stuðulin ella lata eina gávu.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður