Átta fólk sýna fram í Fuglafirði

2016-09-01 09:07 Author image
Sigmund Vang

Í kvøld klokkan 19 letur málningaframsýning upp í fimleikahøllini í Fuglafjarðar skúla. Átta fólk sýna fram sínar málningar og tekningar.

Frits Johannesen bjóðar vælkomin og livandi harmonikutónleikur verður at hoyra. Eisini bert til at hyggja at barna- og ungdómslist, ið hongur á Fuglafjarða skúla.

Framsýningin er opin alt komandi vikuskiftið.

Myndina omanfyri hevur Kristina Joensen málað.

placeholder

Meira langlesnaður