40 fólk vilja prýða Glasir við list

2016-09-08 15:15 Author image
Sigmund Vang

Heili 40 listafólk vilja sleppa at prýða nýggja skúladeplinum, Glasir, við list. Nevndin, ið er sett at skipa fyri prýðingini, er sera væl nøgd við innkomnu uppskotini.

- Vit eru ovfarin av, at so nógv listafólk hava víst áhuga fyri uppgávuni, og vit eru sera fegin um at hava fingið so nógv góð uppskot at velja ímillum, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi og formaður í listprýðisnevndini í skrivi sent miðlunum í dag.

Listprýðisnevndin hevur mett um innkomnu uppskotini og hevur valt tey listafólk út, ið fáa høvi at gera eitt gjøllari uppskot til listprýðing. Úrslitið er, at 11 av teim 40 listafólkunum eru boðin at koma við nágreiniligum uppskoti til, hvussu tey vilja listprýða ávís støð í bygninginum. Listafólkini fáa freist til 31. oktober at koma við skitsuuppskoti, og tá tekur listprýðisnevndin endaliga støðu til, hvørji listafólk fáa uppgávuna at listprýða Glasir. Listprýðingin skal vera liðug, tá bygningurin verður tikin í nýtslu, eftir ætlan í august 2017.

  

placeholder

Meira langlesnaður