Jóhan Martin Christiansen og Hansinu Iversen fáa Listaflog-stuðulin

2017-03-28 10:05 Author image
Sigmund Vang

Nevndin fyri Listaflog-stuðulin hevur gjørt av at lata Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen Listaflog-stuðulin fyri 2017.  Øll upphæddin á 100.000 krónur verður latin hesum báðum listafólkunum, ið saman arbeiða við eini abstraktari heildarframsýning á skipasmiðjuni hjá MEST í Havn, upplýsir Atlantic Airways í skrivi sent miðlunum.

Framsýningin verður sett saman av málningum og standmyndum, sum verða framleidd til hølini á skipasmiðjuni. Tey bæði listafólkini fara við hvør sínum serstaka úttrykki at gera eina roynd, har verkini tala til hvørt annað.

Listaflog er stuðulsskipan hjá Atlantic Airways, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur hjá flogfelagnum fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum. Listaflog er, sum navnið leggur upp til, ein stuðulsskipan, sum skal stimbra føroyskari list fíggjarliga. 100.000 krónur verða latnar 28. mars á hvørjum ári. Hetta er dagurin, tá Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni.

Í ár verður stuðulin latin fyri fyrstu ferð, og inn komu 30 umsóknir, sum søktu um tilsamans 1,5 mió. krónur. Søkt varð um stuðul til nógvar ymiskar listagreinar, og hetta hevur samstundis givið eitt gott innlit í, hvat rørist á listapallinum í Føroyum.

Nevndin grundgevur millum annað soleiðis fyri at velja júst hesa listaverkætlanina:

“Talan er um eina verkætlan, har listaverk verða framleidd til høvið. Við at arbeiða beinleiðis á staðnum gerast listaverkini partur av, ella eitt, við rúmið. Staðspecifikk list er ikki er serliga kend í Føroyum. Ætlanin við at flyta listina úr atelierinum og inn í eina størri dimensjón er serstakliga áhugaverd . Eisini vekir samanrenningin millum hesi bæði dugnaligu listafólkini ans og gevur verkætlanini stórar menningarmøguleikar. Tí eru vit errin av at kunna geva Jóhan Martini Christiansen og Hansinu Iversen hendan fyrsta Listaflog-stuðulin, sum skal vera við til at leggja lunnar undir hesa listaverkætlan soleiðis, at hon kann verða framd í verki.”

Listafólkini fegnast eisini um stuðulin:

“Peningurin frá Listaflog ger tað møguligt hjá okkum at gjøgnumføra hesa monumentalu framsýningina; hesa eitt sindur øru verkætlanina, sum verður gjørd uttanfyri teir siðbundnu karmarnar. Uttan hendan stuðulin hevði tað ikki verið gjørligt,” siga tey bæði Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen og leggja afturat:

“Tað er týdningarmikið fyri okkum, og tað hevur eisini ein samfelagsligan týdning, at Atlantic Airways  er ein viðleikari á mentanarliga pallinum og er við til at menna eina ferðavinnu, har mentan og harvið eisini list er at koma til.”

Í Listaflog nevndini sita: Niels Mortensen umboð fyri nevnd og leiðslu í Atlantic Airways, Armgarð Weihe tilnevnd av Mentamálráðnum og Randi Samsonsen tilnevnd av Listafólkasambandi Føroya. Samskipari er Ingrid Bjarnastein.

Umframt at stuðla hesari listaverkætlanini fíggjarliga, lat nevndin fýra øðrum listaverkætlanum tilsamans 15 ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Tey eru Leikhúsið Skift við Maritu Dalsgaard og Olafi Johannesen, Maria Winther Olsen, Dansieksperimentið við Rúnu V. Højgaard og Eli Smith.

  

  

Meira langlesnaður