Javnaðarlistin klárur til býráðsvalið í Havn

2016-08-09 08:11 Author image
Dimma

Borgarstjórin og stóri atkvøðuslúkurin seinasta býráðsval stillar seg enn einaferð á odda fyri javnaðarlistanum í Havn.

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur í kvøld haft sín triðja uppstillingarfund til býráðsvalið, sum verður um júst 3 mánaðir. Tað er javnstøða millum kynini á listanum og valevnini eru hesi:

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tórshavn
Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri, Argir
Høgni Joensen, skúlastjóri, Tórshavn
Bjørg Dam, sjálvstøðug, Tórshavn
Heri Ólason Dam, varaskúlastjóri, Tórshavn
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna, Hoyvík
Djóni Nólsøe Joensen, tingmaður, Tórshavn
Helena Dam á Neystabø, býráðslimur, Tórshavn
Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, Tórshavn
Bjørghild Djurhuus, býráðslimur, Argir
Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð, lesandi, Tórshavn
Halla Samuelsen, býráðslimur, Tórshavn
Hákun Skovbo Dalsgaard, SU, Tórshavn
Emly Djurhuus, námsfrøðingur, Kollafjørður

Sum sæst eru fýra av teimum, ið stilla upp, frammanundan løgtingslimir fyri Javnaðarflokkin á løgtingi. Tey eru Heðin Mortensen, Kristianna Winther Poulsen, Helena Dam á Neystabø og Djóni Nolsøe Joensen.

Hinvegin stilla Elin Lindenskov og Sigrun Mohr ikki uppaftur. Elin Lindenskov hevur sitið drúgvt tíðarskeið í Tórshavnar býráð og fekk 178 atkvøður seinast. Sigrun Mohr var vald inn fyri Javnaðarflokkin síðsta býráðsval, tá ið hon fekk 181 atkvøður.

Heðin Mortensen fekk rekordnógvar atkvøður seinasta býráðsval, sum var í 2012. Hann fekk 2.637 atkvøður, sum var meira enn helmingin av øllum atkvøðunum hjá Javnaðarflokkinum, ið fekk 4.599 atkvøður og harvið reinan meiriluta.

placeholder

Meira langlesnaður