LÍV verður formliga yvirtikið

2016-08-31 11:44 Author image
Dimma

- Kundin eigur nú LÍV.

Soleiðis verður stutt og greitt sagt í einari innbjóðing, har boðað verður til móttøku, tí at P/F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV yvirtaka tryggingarfelagið LÍV.

Tað verður Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, sum formliga letur nýggju eigarunum felagið upp í hendur. P/F Fakfelag er eitt samtak av 17 fakfeløgum.

- Kundin eigur nú LÍV. Tryggingarfelagið LÍV hevur sín serkunnleika í og veitir eftirlønar- og persónstryggingar. Vinningurin verður borin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á eftirlønarsamansparingini, sigur LÍV.

placeholder

Meira langlesnaður