Ljóðbøkurnar taka yvir

2016-06-09 12:45 Author image
Dimma

Rákið er, at ljóðbøkurnar vinna fram, meðan e-bøkurnar ikki verða lisnar í sama mun.

Soleiðis sigur Vónbjørt Vang, virkandi býarbókavørður í Havn, um gongdina í bókanýtslu. Tann siðbundna pappírsbókin er enn sum áður tað, sum fólk flest vilja lesa, og líkt er ikki til, at hon er so hótt av e-bókini, sum hildið var. Men nú er ljóðbókin veruliga farin at gera um seg.

Tað er greiða rákið, sum vísir seg innan fyri forløg, bókasølur og bókasøvn um allan heimin.

Fyri nøkrum árum síðan var ljóðbókin mest ein tænasta til lesiveik, men nú er gongdin, at vanligir lesarar hava tikið ljóðbókina til sín. Orsøkin er, at tøknin ger tað lætt at hoyra eina skaldsøgu ella eina ævisøgu. Nýggju eindirnar saman við møguleikanum at goyma stórar mongdir av data í skýnum gera, at fólk eru farin at lurta eftir bókmentum, men tey tíma illa at lesa á teldlum ella øðrum tóleindum. Tá er vanliga bókin eins góð ella betri.

Nýggjastu tølini frá USA vísa, at ljóðbøkurnar hava yvirhálað e-bøkurnar, skrivar elektroniska tíðarritið Zetland. Sambært einari kanning frá amerikonskum ljóðbókaútgevarum, vaks talið av ljóðbókum í USA til 1,5 milliardir dollarar í 2014, og tað er framvegis mest vaksandi sniðið í bókaheiminum. Og sambært Wall Street Journal eru ljóðbøkur vaksnar við tvisiffraðum prosenttølum seinnu árini.

eReolen er talgilda útlánstænastan hjá bókasøvnum í Danmark, og har verður boðað frá einum vøkstri á 40 prosent higartil í ár. Býarbókasavnið í Havn bjóðar eisini ljóðbøkur gjøgnum eReolen, og býarbókasavnið sigur við dimma.fo, at 3 prosent av teirra samlaða bókaútlánið nú eru ljóðbøkur gjøgnum eReolen. Tá eru føroysku ljóðbøkurnar ikki taldar við.

- Ljóðbókin vinnur nógv meira fram millum vanligar lesarar enn e-bókin. Vøksturin er alla staðni nógv størri. Har ljóðbókin fyrr var ein bók til eldri og sjónveik, er hon veruliga vorðin ein miðil til vanligar lesarar. Tað sama er tó ikki galdandi fyri lestrarumhvørvið, tí lesandi og granskarar brúka e-bókina í nógv størri mun, sigur Vónbjørt Vang.

Býarbókasavnið bjóðar útlendska ljóðbókatænastu gjøgnum Netlydbog, sum er partur eReolen. Føroyska lánarakortið kann brúkast, og tænastan kann gagnnýtast gjøgnum heimasíðuna hjá Býarbókasavninum. Enn sæst tó ikki stórvegis vøkstur í tænastuni, tó at hon telur 3 prosent av samlaða útláninum.

Svenska ljóðbókatænastan Storytel fer eisini grøvandi frameftir í løtuni, og sambært upphavsmanninum, Jonas Tellander, er tað bara byrjanin, sum sæst nú.

- Vit byrjaðu við ljóðbókum fyri tíggju árum síðan, tí eg trúgvi uppá, at tað at lurta eftir søgum eina ferð verður tann fremsti hátturin at lesa søgur. Pappírsbøkurnar fara framvegis at selja í næstu framtíð, men eg vænti, at vøksturin í Norðurlondum frameftir kemur frá ljóðbókum og ikki e-bókum, sigur Jonas Tellander við Zetland.

Føroyar hava leingi havt ljóðbókatænastu, sum fær føroyskar bókmentir fluttar til ljóðbøkur. Fyrrverandi ljóðbókatænastan er niðurløgd og er nú endurstovnað undir Føroya landsbókasavni, har fólk skal setast at samskipa arbeiðið. Endamálið er, at føroyskar ljóðbøkur og e-bøkur skulu vera tøkar á netinum hjá landsins bókasøvnum.

placeholder

Meira langlesnaður