Ljósmøðurnar bankaðu leiðsluna upp á pláss

Ljósmøðurnar bankaðu leiðsluna upp á pláss

2017-07-11 16:40 Author image
Georg L. Petersen

Tað nyttaði lítið hjá sjúkrahúsleiðsluni at spæla við vøddunum móti ljósmøðrunum og millum annað fara í gerðarrættin - nú er leiðslan bakkað aftur til gamla leiðslubygnaðin á føðideildini.

Støðan á føðideildini á Landssjúkrahúsinum hevur verið ótolandi seinastu tíðina, og størsti parturin av ljósmøðrunum hava verið langtíðar sjúkrameldaðar. Leiðslan royndi umvegis gerðarrættin at tvinga sjúkraskrivaðar ljósmøður aftur til arbeiðis, tí talan var um eitt óheimilað stríðssstig. Leiðslan fekk viðhald, men støðan bara versnaði.

Í kringvarpinum herfyri segði ein av teimum, sum enn var eftir, at hon fekk kvalma bara at síggja Landssjúkrahúsið. Orsøkin er eitt stríð um leiðslubygnaðin, og hvussu hesin er settur í verk, hóast ljósmøðurnar hava verið ímóti.

Og nú mátti leiðslan so geva skarvin yvir og fara aftur til gamla leiðslubygnaðin. Í dag kom skriv frá Landssjúkrahúsinum um, at farið verður aftur til gamla bygnaðin.

Skrivið er soljóðandi:

"Tann 29. mars 2017 tók stjórnin á Landssjúkrahúsinum avgerð um at royna eina skipan við greiðari leiðsluábyrgd av ymsu virkisøkjunum á føðiøkinum, har gamla Føðideildin bleiv uppbýtt í tvær deildir, eina Burðardeild og eina Barsilsdeild. Leiðandi ljósmóðir varðveitti leiðsluábyrgdina av virkseminum á Burðardeildini, meðan deildarsjúkrarøktarfrøðingur fekk leiðsluábyrgdina av virkseminum á Barsilsdeildini.

Ætlanin var, at skipanin skuldi roynast árið út og eftirmetast til heystar. Men ásannandi ótolandi støðuna við langtíðarsjúkrameldaðum ljósmøðrum, hevur stjórnin tikið avgerð um, at royndartíðin verður stytt og endar nú í dag tann 11. juli 2017. Ásannast má, at tað hevur verið ógjørligt at roynt ætlaðu skipanina, tíansheldur at gera nakra veruliga eftirmeting av skipanini.

“Sum sjúkrahússtjóri má eg bara ásanna, at vit ikki hava megnað at verkseta ætlaða leiðslubygnaðin á føðiøkinum av givnum orsøkum” sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri. “Ongin orsøk er til at treiskast og halda fast um ætlaðu royndartíðina, tá vit ikki veruliga fáa roynt skipanina. Vit hava ein stóran hóp av dugnaligum starvsfólkum innan føðiøkið, sum veruliga ynskja at røkja hvør sína uppgávu til fulnar barnakonunum og nýføðingunum í Føroyum at frama. Okkara leiðsluuppgáva er tí nú at skapa fysisku og organisatorisku fortreytirnar fyri, at Føðideildin fæst at rigga aftur.”

Aftur til leiðslubygnaðin innan 1. apríl 2017
Farið verður soleiðis aftur til skipanina áðrenn 1. apríl 2017 við eini Føðideild, har leiðslubygnaðurin tó verður betri nágreinaður. Leiðandi ljósmóðir hevur evstu ljósmøðrafakligu ábyrgd og avgerðarrætt í Føroyum og er partur av depilsleiðsluni á Skurðdeplinum í ljósmøðrafakligum viðurskiftum. Depilsleiðslan, íroknað leiðandi ljósmóður, hevur mótvegis stjórn evstu ábyrgdina av virkseminum á Føðideildini, meðan leiðandi ljósmóðir mótvegis stjórn hevur evstu ábyrgd av eitt nú viðtalum í viðgongu og eftir føðing.

Deildarljósmóðir og deildarsjúkrarøktarfrøðingur leiða dagliga virksemið á Føðideildini við tilvísing til depilsleiðsluna, íroknað leiðandi ljósmóður. Serlæknar í obstetrik og í pædiatri hava yvirskipaðu medisinsku ábyrgdina og avgerðarrættin innan hvør sítt medisinska øki á Føðideildini.

Hølisviðurskiftini verða bøtt munandi
Ásannandi tørvin á betri fysiskum kørmum til pinkubørn, barnakonur og starvsfólk, verða hølisviðurskiftini nú bøtt munandi. Arbeiðsrúm verða nú innrættaði á Føðideildini til báðar fakbólkarnar, soleiðis at betri umstøður vera bæði til at røkja fyrisitingarligar uppgávur og at menna starvsfólkahópin við eitt nú frálæru, fakligari konferansu og undirvísing. Eisini verða ábøtur gjørdar í fysisku kørmunum hjá pinkubørnum og innløgdum barnakonum.

Bygnaðarligu avbjóðingarnar, sum nýggja skipanin skuldi loysa, verða nú eftir ætlan loystar við neyvari leiðreglum fyri, hvussu uppgávurnar skulu loysast í samstarvi millum ymsu fakbólkarnar. Serliga er tað innan barsilsøkið, sum er eitt felags arbeiðsøki, at tørvur er á greiðum leiðreglum."

placeholder

Meira langlesnaður