Nú verður hvør lodna skrásett

2017-02-26 16:53 Author image
Dimma

- Tá skipini landa í dag, verður tilskilað hvussu nógv fer til annað enn fiskamjøl. Tað merkir, at tað er til matna, og í dag vita skipini júst hvussu nógv tey kunnu landa til hvat. Tað stendur í fiskiloyvinum, sigur Jóhan Simonsen, deildarstjóri í Vørn.

Lodnukvotan í íslendskum sjógvi varð fleirfaldað í ár, og sum útgangsstøði er tað eisini gott. Men tað, sum var minni gott, var at avmarkingin um, hvussu nógv lodna kann landast í Føroyum til matna, framvegis var í, og at tað sum varð fiskað ov nógv til matna í fjør, 1.500 tons varð drigið frá.

Jóhan Simonsen sigur, at Vørn hevði ikki heimild at steðga landingum til matna í Føroyum, men hevði bara eftirlit við, nær kvotan var uppfiskað og tey føroysku skipini máttu steðga við fiskiskapinum. Vørn skal bara syrgja fyri, at tað sum stendur í loyvunum skal fylgjast, og har stóð eingin avmarking í – og tá tað er Fiskimálaráðið, sum skrivar hesi loyvi út, er tað teirra ábyrgd.

Nú er eingin ivi meira – men tilvildarliga umsitingin kostaði føroyskum virkjum 1.500 tons í ár.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

placeholder

Meira langlesnaður