Løgmaður grundgav ikki nóg sakliga

2016-06-08 14:30 Author image
Dimma

- Eg havi ikki álit á Jan Lamhauge. Longri er tann søgan ikki.

Hetta var grundgevingin fyri, at fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannessen, noktaði at luttaka í einari sending um eina fiskivinnunýskipan. Hetta gongur fram í máli, har Løgtingsins Umboðsmaður hevur viðgjørt kæru frá Kringvarpinum um, at løgmaður noktaði at úttala seg – í hesum føri til journalistin Jan Lamhauge.

Løgtingsins umboðsmaður hevur ikki gjørt nakra greiða niðurstøðu í málinum um, hvørt tað var sakligt ella ósakligt av løgmanni. Sólja Ólavsdóttir sigur tó, at tað er upp til løgmann at taka støðu til, um hann vil úttala seg.

- Tá ein løgmaður ella landsstýrisfólk skulu taka støðu til, um tey ynskja at luttaka í eini samrøðu við ein fjølmiðil, gera tey sjálv av, um tey ynskja at úttala seg. Tað kann vera, at málið er ikki búgvið at úttala seg, ella at tey einki hava at bera fram um málið í støðuni, skrivar Sólja í Ólavstovu millum annað í niðurstøðuni.

Málið endar tó ikki har. Tí tað er eitt krav um sakliga fyrisiting, at løgmaður kann greiða frá orsøkunum til, at hann ikki hevur álit á einum journalisti, sum var grundgevingin fyri, at løgmaður noktaði at luttaka.

- Hetta má sum øll onnur fyrisiting eftir mínum tykki tola at verða eftirkannað, sigur Sólja í Ólavstovu og vísir til umboðsmanslógina.

Einasta ítøkiliga frágreiðingin løgmaður hevði er, at hann segði seg hava “so ringar royndir av journalistinum”, men hann grundgav ikki gjøllari fyri, hvørjar hesar vóru. Ringar royndir kunnu vera so nógv, til dømis at journlisturin er kritiskur.

- Tað er ikki greitt, um orsøkin til ringu royndirnar av journalistinum eru negativ og kritisk umrøða av løgmanni og rikna politikkinum, ella um misálitið var grundað á illoyalan journalistikk, sigur Løgtingsins umboðsmaður í sínari niðurstøðu.

Sostatt er greitt, at tað er ikki nóg mikið, at løgmaður ella landsstýrisfólk velja ein ávísan journalist frá, tí journalistar skulu grundleggjandi viðgerast eins. Við tað at Kaj Leo Holm Johannessen ikki longur er løgmaður, sleppur hann tó undan nærri kanning.

- Grundgevingin hjá løgmanni er ikki nærri útgreinað, og tá táverandi løgmaður ikki longur situr í embætinum havi eg ikki møguleika at gera meria við hendan spurningin, sigur Sólja í Ólavstova, løgtingsins umboðsmaður, í sínari endaligu niðurstøðu.

Niðurstøðan er sostatt, at løgmaður og landsstýrisfólk hava fullan rætt till at nokta at úttala seg í ávísum málum, hava tey haldgóðar orsøkir. Men er orsøkin, at tey ikki álit á einum ávísum journalisti, skulu tey kunna grundgeva sakliga fyri hesum, og tað gjørdi táverandi løgmaður ikki.

placeholder

Meira langlesnaður