Stóri sorgarleikurin í Stokkhólmi

2017-04-09 11:52 Author image
Sigmund Vang

- Okkara svenska brøðrartjóð er í stórari sorg. Atsóknin í Stokkhólmi er skakandi. Púra verjuleys fólk eru aftur rakt av einum ódjørvum álopi. Okkara grundleggjandi virði eru enn einaferð undir álopi. Hetta eigur at fáa okkum standa enn sterkari saman. Døkku kreftirnar fara ikki at vinna, sigur løgmaður Aksel V. Johannesen, sum vegna Føroya fólk og landsstýrið hevur sent Stefan Löfven, svenska forsetaráðharranum, samkensluskriv.

- Vit hugsa um tey deyðu, særdu og teirra nærmastu. Okkara tankar eru við okkara norðurlendsku brøðratjóð í hesari myrku og sorgarbundnu løtu, sigur løgmaður.

  

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður