Løgmaður um

Savnsmynd: EPA/MIKKO PIHAVAARA

Løgmaður um "Merkið": Nei takk Atlantic!

2017-08-21 19:27 Author image
Leif Láadal

Í sambandi við alt rumlið, sum hevur verið um nýggju bonusskipanina hjá føroyska flogfelagnum Atlantic Airways, sigur løgmaður Aksel V. Johannesen nú, at hann og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, mæla almennum starvsfólkum frá at brúka "Merkið", sum nýggja bonusskipanin eitur.

Við Kringvarpið í kvøld segði Aksel V. Johannesen, at tað ikki er í hansara áhuga, at slíkar skipanir sum "Merkið" verða brúktar í almennum arbeiðsørindum.

Søgan um "Merkið" er tó eitt sindur meiri kompliserað enn sum so. Atlantic Airways hevði í samstarvi við SAS eina Eurobonusskipan, men tá SAS sjálvt byrjaði at flúgva upp á Føroyar, varð avtalan um Eurobonus uppsøgd. Í skipanini lógu millum annað upplýsingar um stórkundar úr og til Føroya, sum høvdu upparbeitt sær nógv bonusstig. Hesi stig geva, sambært fólki við góðum innliti, sum Dimmalætting hevur tosað við, SAS ein fyrimun, og nógv bendir á, at SAS hevur sett seg í samband við hesi og givið teimum serligar treytir í sambandi við flogferðslu millum Føroyar og Danmark.

Nýggja Merkið skal tí tulkast sum eitt aftursvar frá Atlantic Airways í mun til ta marknaðarførslu, sum SAS byggir omaná fyrrverandi føroyska Eurobonustilfarið, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, segði eisini í Degi og Viku, at føroyska flogfelagið ikki fer at niðurleggja skipanina.

- Tó, at løgmaður mælir sínum starvsfólkum frá at brúka skipanina, so tulki eg tað ikki sum eitt krav um, at vit skulu niðurleggja skipanina, segði hon við Kringvarpið.

Tað kann leggjast afturat, at tað sum kunnugt eru Føroya fólk - ella Føroya landsstýri - sum eiga Atlantic Airways.

placeholder

Meira langlesnaður