Løgmaður fegnast um tilflyting

2016-07-29 13:53 Author image
Simona Midjord

Í síni fyrstu løgmansrøðu, sum Aksel V. Johannesen helt í dag, tosaði løgmaður nógv um, at rákið við fráflyting úr Føroyum er um at venda, og at ung fólk flyta heim aftur til Føroyar at búgva eftir loknan lestur, og flyta enntá heim aftur til Føroyar at lesa víðari.

Aksel V. Johannesen nevndi, at samgongan hevur eitt uppskot um at hækka lestrarstuðulin og barnastuðulin, og at ein virkin javnstøðupolitikkur eisini er avgerandi fyri at fáa ungar føroyingar at støðast í Føroyum.

 

Avgerðir um sjúkrahúsverkið

Av øðrum, sum Aksel V. Johannesen nevndi í síni løgmansrøðu, kann nevnast, at avgerðir mugu takast um sjúkrahúsverkið og leiðslubygnað, nú ein menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið er løgd fram.

Løgmaður segði eisini, at almenni búskapurin beint nú ikki er haldførur, um vit hugsa nøkur ár fram, og at land og kommunur eiga at samskipa sínar íløgur og rakstur betur.

Hann nevndi eisini, at ferðavinnan nú stendur fyri 9 prosentum av okkara útflutningsvirði, og at ein heildarætlan nú verður orðað, har dentur verður lagdur á at menna innlendisvinnuna, samstundis sum atlit skulu takast fyri at verja umhvørvið. Tí marknaðarføringin við at vera óspiltar og ódálkaðar heldur ikki, um vit ikki ansa eftir umhvørvinum eisini.

 

Seta Føroyar fremst

”Eitt samfelag, sum hóskar til tíðina, má rúma øllum sínum íbúgvum,” segði Aksel V. Johannesen í síni fyrstu løgmansrøðu og nevndi, at tað í dag búgva 1300 fólk í Føroyum við øðrum upphavi enn føroyingar. Tey eru ein týðandi styrkur fyri samfelagið, men eisini tey mugu fáa sína hill, segði løgmaður og legði afturat, at ein integratiónsætlan í næstum verður sett í verk.

Og so segði løgmaður eisini, at á heysti 2017 verður ætlandi fólkaatkvøða um føroysku stjórnarskipanina.

Aksel V. Johannesen vísti á, at tað er neyðugt at arbeiða fyri í felag fyri at tryggja, at Føroyar verður liviligt hjá okkum øllum. Hann heitti á fólk um at finna tað, sum sameinir okkum, og ikki fokusera upp á tað, sum skilir okkum. ”Lat okkum seta Føroyar og føroyingin fremst,” segði løgmaður, áðrenn hann endaði sína løgmansrøðu við eini yrking hjá Sissal Kampmann.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður