Hugburðurin broytist – eisini fyri framtíðina

2017-04-02 20:25 Author image
Dimma

- Vit halda, at vit eru inni í eini jaligari gongd. Hugburðurin millum tey ungu er at brúka trygdarútgerðina, og tey leggja dent á at ferðast trygt.

Tað sigur Jógvan Páll Joensen, deildarleiðari fyri miðøkið hjá politinum, ið eisini heldur tað gera mun, at løgreglan er meira til staðar í ferðsluni.

- Vit eru rættiliga nógv úti á vegnum. Vit gera nógv við ferðslu, og vit hava nógv átøk, har vit leggja dent á trygdina.

Jógvan Páll Joensen metir, at tað serliga eru átøk í skúlum, ið hava bøtt um støðuna og hava syrgt fyri broytta hugburðinum hjá teimum ungu. Allir skúlar í Føroyum hava havt hesi átøk, og børnini læra um trygd í ferðsluni líka frá, tá tey byrja í skúlanum. Jógvan Páll Joensen heldur, at hetta arbeiðið við at menna hugburðin hjá ungu bilførarunum er høvuðsorsøkin til, at føroyskir vegir er blivnir tryggari.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

  

  

Meira langlesnaður