Friðarlig nátt hjá løgregluni

2016-07-10 11:27 Author image
Alda Nielsdóttir

Tað hevur verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni. Tað veit vakthavandi á løgreglustøðini at siga. 

Ein maður varð tikin, fyri at sigla ávirkaður úr Nólsoy til Havnar, við nøkrum ungum fólki umborð. Maðurin varð tikin, og løgreglan tók blóðprøva, sum víst,i at maðurin var ávirkaður. 

Annars vórðu tveir gásaungar dripnir á eini trøð í Skopun. Brotsmaðurin hevði druknað gásaungarnir, og tað var eigarin av trøðni, sum fann gásaungarnir í morgun. Løgreglan vil hava upplýsingar, um nakar veit okkurt at siga um málið, men løgreglan sigur eisini, at tey hava onkur nøvn at ganga eftir. 

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður