Løgreglan: 11 fólk koyrdu ov skjótt

Løgreglan: 11 fólk koyrdu ov skjótt

2017-10-21 12:32 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Vikuskifti hjá løgregluni hevur higartil verið rættiliga friðarligt.

Fólk skikkaðu sær sum heild pent í býnum, tó máttu onkur einstakur hjálpast heim í fyllskapi. Ein hevði hug at berjast á er blivin skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar, fyri at vísa harðligan atburð.

Tað eru tó mest fólk handan stýrið, ið løgreglan hevur havt við at gjørt í vikuskiftinum. Løgreglan hevur gjørt ferðkanningar runt í landinum, og bæði í bygdum og óbygdum øki. Higartil hevur løgreglan noytst at steðga 11 fólki fyri at koyra ov skjótt og givið teimum klipp í koyrikorti. Ein av teimum ið koyrdi ov skjótt hevur fingið treytaða frádøming.

Í morgun klokkan 06.30 fór ein bilur útav vegnum í Kollafjarðardali. Tann ið koyrdi bilin hevði ikki drukkið, men sýni var ringt og nakað vátt á vegnum. Bilurin lendi á takinum, men ongin álvarsligur skaði var hendur.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður