Løgreglan: Dani slóg og sparkaði russara

Løgreglan: Dani slóg og sparkaði russara

2017-10-14 08:34 Author image
Leif Láadal

Náttin hevur ikki verið so ófriðalig, sum seinnaparturin í gjár, tá tað snýr seg um veður. Politistøðin hevur bara fingið tvær fráboðanir um skaða í sambandi við vind í nátt - eina úr Klaksvík, har ein rútur í Íðka brotnaði, og eina úr Havn í morgun, har ein presending fleyg millum hús.

Øðrvísi ógvusligt gekk tað fyri seg á einum skeinkistað við Skálatrøð í Havn. Klokkan eitt í nátt mátti politiið fara á staðið, tí ein dani hevði sligið og sparkað ein russara somikið ógvusligt, at hesin varð innagdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men varð útskrivaður aftur í morgun. Danin varð settur í varðhald.

  

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður