Løgreglan í samanstoyti í Gøtudali

2016-06-14 16:37 Author image
Jógvan Samuelsen

Eitt ferðsluóhapp var í Gøtudali seinnapartin, og sum so mangan var løgreglan uppi í spælinum. Í dag var teirra leiklutur tó ein annar enn hann plagar at vera, tí hesaferð var ein bilur frá løgregluni ein partur av óhappinum.

Óhappið hendi, tá ein løgreglubilur var á veg niðan gjøgnum Gøtudal, niðan móti rundkoyringini. Av einari ella aðrari orsøk rendi løgreglubilurin upp í reyvina á bilinum frammanfyri.

Sum myndin vísir, fekk bilurin rættiliga stóran skaða, men løgreglufólkini sluppu snikkaleys.

Vakthavandi á støðini í Havn sigur við Dimmalætting, at tað heldur ikki sær út til, at førarin av bilinum, sum løgreglan rendi á, hevur fingið skaða, men viðkomandi var, fyri at binda um heilan fingur, sendur á sjúkrahúsið í Klaksvík til kanningar.

Tað er í løtuni ikki greitt, hví óhappið hendi.

 

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður