Løgregluni tørvar hjálp

Løgregluni tørvar hjálp

2017-11-30 12:46 Author image
Innsent

Í samband við harðskapsmálið uttan fyri Kallkyn, í Vágsbotni leygarmorgunin 25. november 2017, kl. 0344, tá ein ungur maður var álopin og sligin niður, stendur politiið mestsum á berum, og ynskir tí hjálp frá fólki, sum vóru í økinum, og møguliga hava sæð eitt ella annað.

Brotsmaðurin verður lýstur sum:
Maður, føroyingur, uml. 25 ár, uml. 185 cm, vanliga bygdur, ílatin gráa opna hettutroyggju, svarta blusu / T-shirt, cowboybuksir og renniskógvar.

Brotsmaðurin hevði hettuna á høvdinum, og hevði ein gráligan kepp innanundir. Hann hevði onki skegg, men møguliga skeggstubbar og hevði markanta høku og kjálkabein.

Brotsmaðurin rann frá staðnum móti Hvonn og víðari inn móti býnum.

Hevur tú upplýsingar til málið, ring 114.

placeholder

Meira langlesnaður