Løgtingið aftur til arbeiðis

2016-08-02 09:20 Author image
Dimma

Løgtingið varð sett á ólavsøku, tá ið løgmaður helt ólavsøkurøðuna. Í ólavsøkurøðuni verður sett í kortið, hvat samgongan ætlar sær komandi árið.

Ólavsøkusetanin merkir eisini, at nú er løgtingið farið aftur til arbeiði, og lagt verðu til brots í dag klokkan 10, tá ið farið verður at viðgera løgmansrøðuna. Settir eru tveir dagar av til viðgerðina, í dag og í morgin.

Hósdagin er aftur tingfundur á skránni. Tá fer løgtingið at viðgera uppskotið um fiskidagar, sum Høgni Hoydal hevur lagt fyri løgtingið.

placeholder

Meira langlesnaður