Løkke: Tit mugu velja

2016-05-20 13:51 Author image
Dimma

Føroyingar mugu taka støðu í spurninginum um eina nýggja stjórnarskipan. Antin verður hon gjørd innan fyri ella uttan fyri donsku grundlógina.

- Antin verður stjórnarskipanin gjørd fyri ein sjálvstøðugan stat í framtíðini. Ella er tað ein skipan, sum skal galda, meðan Føroyar og Grønland eru í rikisfelagsskapinum, segði Lars Løkke Rasmussen.

Tað var tann kendi retorikkurin, sum var at hoyra, tá ið Lars Løkke Rasmussen á aðalorðaskifti um ríkisfelagsskapin á Fólkatingi í dag setti føroyingum og grønlendingum stólin fyri hurðina. Tað ber ikki til at hava fleiri grundlógir í danska ríkinum, gjørdi hann greitt.

Og tað er danska løgmálaráðið, Justitsministeriet, sum tulkar grundlógina, gjørdi hann púra greitt.

- Grundlógin setir nakrar løgfrøðiligar karmar og mørk fyri ríkisfelagsskapinum. Hesar hevur løgmálaráðið lýst í sambandi við stjórnarskipanararbeiði, sum var í Føroyum í 2010 og 2011. Løgmálaráðið lýsir neyvt, hvørjar avbjóðingar eru í sambandi við arbeiðið at gera stjórnarskipan. Og eg vil mæla til, at hesi skjøl verða tikin við í stjórnarskipanararbeiðið í Føroyum og Grønlandi, segði Lars Løkke Rasmussen av Fólkatingsins røðarapalli.

Arbeiðið at gera eina stjórnarskipan í Føroyum er sostatt avmarkað av teimum tulkingum, sum danska løgmálaráðið ger, stendur tað til danska forsætisráharran. Samstundis legði hann afturat, at tað er hansara vón, at tað eydnast at koma á mál við arbeiðnum í Føroyum og Grønlandi á ein hátt, sum er nøktandi fyri Føroyar, Grønland og Danmark.

Á fundi í morgun í Tinganesi umrøddu formenninir í øllum teimum politisku flokkunum, hvussu farast skal víðari. Ætlanin er at formenninir hittast javnan yvir summarið og heystið, har serliga ósemjurnar, sum skiltu flokkarnar seinast, verða viðgjørdar. Enn er ætlanin, at málið kemur til fólkaatkvøðu í 2017.

Dimmalætting hevur fólk á Christiansborg, og seinni í dag verður meira at frætta um aðalorðaskiftið.

   

  

placeholder

Meira langlesnaður