Lønarútgjaldingarnar vóru 753 mió. í november

Savnsmynd: L.L.

Lønarútgjaldingarnar vóru 753 mió. í november

2017-12-08 14:47 Author image
Leif Láadal

Í oktober vóru lønarútgjaldingarnar 764 milliónir krónur, sum var tað mesta higartil í ár. Farna mánaða minkaðu útgjaldingarnar eitt sindur, men tær eru framvegis høgar. Hagstova Føroya upplýsir, at tað vórðu útgolnar 753 milliónir krónur í lønum í november. Í mun til í fjør, so vóru lønarútgjaldingarnar í november 4 prosent hægri enn sama mánaða í fjør.

Gongdin í trendinum í mánaðarligu lønargjaldingunum er tó framvegis fyri uppgangandi, sigur Hagstovan.

placeholder

Meira langlesnaður