Lønirnar í byggivinnuni 40 prosent hægri enn í 2010

2017-02-09 17:21 Author image
Sigmund Vang

Framgongd er í øllum høvuðsvinnubólkum, tá vit tosa um lønarútgjaldingar, sigur Hagstovan.

Fiskivinnan og alivinnan høvdu afturgongd eitt tíðarskeið í fjør, men hava nú veruliga fótað sær aftur, og hava størsta vøksturin, um vit hyggja at høvuðsvinnubólkunum. Vøksturin er yvir 1% um mánaðin. Sjálvt um lønirnar sveiggja í fiski- og alivinnuni, so eru tær vaksnar 60% seinastu sjey árini, sigur Hagstovan.

Byggivinnan hevur havt trivaligan vøkstur seinastu trý árini. Hon hevði lítla og onga broyting í lønunum frá 2010 til 2014, men síðani tá, hevur verið vøkstur. Ferðin hevur verið jøvn, millum 0,5 og 0,8% um mánaðin, men her í seinastuni hevur ferðin havt hug at fara niður um 0,5%. Lønirnar í byggivinnuni eru nú 40% hægri enn tær vóru í 2010.

Tænastuvinnurnar, bæði privatar og almennar, vaksa við somu jøvnu og lágu ferð, og hava gjørt tað í longri tíð. Síðan 2010 eru lønirnar í tænastuvinnunum vaksnar 20%.


Kelda og lesið meira HER

  

  

placeholder

Meira langlesnaður