Nærum 1000 fólk arbeiða nú í alivinnuni

2016-08-18 11:05 Author image
Sigmund Vang

Tann 1. mai í ár vóru sambært Hagstovuni 931 lønmóttakarar í alivinnuni í Føroyum. Fara vit tíggju ár aftur í tíðina, vóru 306 lønmóttakarar í alivinnuni, so talan er um eina trýfalding síðani 1. mai 2006.

Hyggja vit at samlaða bólkinum, sum verður róptur ”Fiski- og alivinna”, tá tað snýr seg um størv, so eru túsund fólk færri nú, í mun til fyri tíggju árum síðani. Í 2006 arbeiddu 5000 fólk í hesum vinnum, meðan tað í dag eru um 4000. Fiskiskapur og fiskiídnaður hevur mist 900 arbeiðspláss síðani 2006, meðan minkingin hjá teimum, sum virka fisk á landi, hetta tíðarskeið hevur verið 685 størv. Samlað eru altso 1585 størv í fiskivinnuni, tá sæð verður burtur frá alivinnuni, horvin.


Kelda: Hagstovan

placeholder

Meira langlesnaður